Limagjald til fakfeløgini dragast frá í skatti

Fakfelagssamstarvið mælir politisku skipanini til at skipa so fyri, at limagjaldið til fakfeløgini skal kunna dragast frá í skatti. 

Fakfeløgini hava ein týðandi leiklut í føroyska samfelagnum. Tey tryggja arbeiðstakarum skipað lønar- og setanarviðurskifti og eru ein neyðugur viðleikari at tryggja Føroyum ein skipaðan, smidligan og væl virkandi arbeiðsmarknað.

Fakfeløgini eru trygdin fyri, at friður valdar millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum í sáttmálaskeiðnum, og at ósemjur ikki enda sum varandi stríð millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar, men verða loystar á siðiligan hátt.

Sterk fakfeløg eru sostatt bæði ein fyrimunur fyri løntakaran, arbeiðsgevaran og samfelagið. Tí eigur politiska skipanin at gera sítt til at tryggja, at fakfeløgini verða verandi sterk, so tey kunnu vera við til áhaldandi at menna samfelagið.

Sleppa fakfelagslimir at draga fakfelagslimagjaldið frá í skatti, fremur tað hugin hjá fólki at gerast limir í fakfeløgum. Á tann hátt kunnu fakfeløgini varðveita sín týdningarmikla leiklut í samfelagnum.

Í grannalondunum og øðrum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við, kunnu løntakarar draga limagjaldið til fakfeløgini frá í skatti.

Hesin møguleikin fer at javnseta arbeiðstakaran við arbeiðsgevaran, tí arbeiðsgevarar í Føroyum kunnu longu nú draga sínar útreiðslur at skipa seg á arbeiðsmarknaðinum frá í virkisroknskapinum. Hetta er tí eisini ein spurningur um rættvísi – at partarnir sleppa at virka undir somu fortreytum.

Kostnaður eigur ongantíð at gera av, um einstaklingar skipa seg á tryggan hátt á arbeiðsmarknaðinum ella ikki.

Møguleikin at draga limagjaldið frá í skatti er ein ítøkiligur, men avmarkaður fíggjarligur lætti, sum fer at muna hjá føroyskum arbeiðstakarum.

Fakfelagssamstarvið

Limagjald til fakfeløgini dragast frá í skatti
Scroll to top