Styttið arbeiðsvikuna niður í 37 tímar

Best er fyri øll, um arbeiðsvikan verður 37 tímar, og Fakfelagssamstarvið mælir til, at arbeiðsvikan verður stytt sum skjótast.

Fyrimunurin verður, at arbeiðstakarin fær betri umstøður at røkja sítt starv, trivnaðurin økist, vandin fyri strongd minkar, sjúkradagarnir fækka, og arbeiðslag og familjulív verða betri. Hetta fer eisini alt at koma arbeiðsgevarunum til góðar. 

Føroyar mugu fáa ein tíðarhóskandi arbeiðsmarknað, sum gerst smidligari og setir trivnaðin í miðdepilin. Ein glaður arbeiðstakari er tann besti arbeiðstakarin, eisini fyri arbeiðsgevaran.

Arbeiðsmegin er í dag væl útbúgvin, og eitt av fremstu krøvum hennara er, at arbeiðslívið er gott og trygt. 

Gransking staðfestir, at øll vinna við at stytta arbeiðsvikuna. Fyritøkur og stovnar, sum taka stigið, fáa betri kappingarføri, tí starvsfólk fara hagar, sum bestu treytirnar eru at fáa, ella verða verandi á bestu arbeiðsplássunum.

Stytt arbeiðsvika fær fólk at trívast betur, og góður trivnaður skapar betri avrik, vísir granskingin. Eitt starvsfólk, ið fær stundir at hvíla seg eftir loknan dag, er betri fyri, tá ið tað møtir dagin eftir.

Við styttri arbeiðsviku fær arbeiðsgevarin sostatt ídnari starvsfólk til arbeiðis og kann vænta, at sjúkrafráveran minkar, tí fólk við góðari hvíld verða betur fyri. 

Fyri ári síðan gjørdu Jan Otto S. Holm og Regin Berg stóra kanning, har teir greinaðu, hvussu stytt arbeiðsvika fer at ávirka almenna arbeiðsmarknaðin.

Niðurstøðan var greið. Nógv bíligari er at stytta arbeiðsvikuna, enn hildið hevði verið. Politiski myndugleikin spáddi kostnaðin at vera 750 mió. kr., men veruligi kostnaðurin er 104 mio. kr. 

Kanningin staðfesti eisini, at lítið sannlíkt er, at stytt arbeiðsvika fer at hava við sær prísvøkstur á vørum og tænastum. Tvørturímóti kann roknast við eini effektivisering í fleiri yrkjum.

Royndir aðrastaðni vísa nevniliga, at tá ið arbeiðsvikan verður stytt, velja fleiri, ið arbeiða niðursetta tíð, at fara upp í fulla tíð. Við styttari arbeiðsviku verða tí bara vinnarar.

Fakfelagsamstarvið

LES KANNINGINA HER!

Styttið arbeiðsvikuna niður í 37 tímar
Scroll to top